Í døgunum frá 1. til 19. juni kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 30. Umsøkjarin skal vera fyltur 13 ár 1. juni og ikki 18 ár 29. juli 2015.
Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.
Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.
Tíðarskeið
Byrja verður 29. juni 2015, kl. 08.00 (viku 27) og fram til og við 24. juli 2015 kl. 16.00 (viku 30).
Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at trýsta á her Tilmelding "Ung í arbeiðið 2015"
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. juni 2015.
Umsøkjarar skulu búgva í Sumbiar kommunu og vera millum 13 og 18 ár. 27. juni verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.
Arbeiðstíð
Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.
Løn
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.
Sumbiar Kommuna