BarnaverndartænastuSøkt verður eftir leiðara til Suðuroyar Barnaverndartænastu 20 tímar um vikuna.


Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava miðallanga útbúgving, sum hevur týdning í mun til barnaverndarøkið.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fleksibul og hava góð samstarvsevnir.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera framsíggin, ábyrgdarfullur, miðvísur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Royndir innan leiðslu ella sum samskipari kann verða ein fyrimunur.
Royndir innan málsviðgerð í almennari umsiting kann verða ein fyrimunur.
Kunnleiki til fíggjarstýring kann verða ein fyrimunur.

Starvið:
Starvið sum leiðari av Suðuroyar Barnaverndartænastu umfatar leiðsluna og ovastu ábyrgdina av øllum barnaverndarmálum, dagligu leiðsluna av málsviðgerðum/sosialráðgevum, sum starvast í tænastuni, tvørfakligt samstarv við skúlar, barnaansingarøkið og aðrar almennar stovnar. Harumframt hevur leiðarin ovastu fíggjarligu ábyrgdina.
Leiðarin er skrivari í stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu.
Leiðarastarvið er 20 tímar um vikuna, men hetta kann møguliga eftirmetast aftaná nakrar mánaðar.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

Umsóknir:
Umsóknir við prógvum, viðmælum og revsiváttan skulu sendast til forkvinnuna í stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu:

Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri
Fámjins Kommuna
Addressa Hvilvtarvegur 9
Mrk: Leiðari til Suðuroyar Barnaverndartænastu
ella til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.


Umsóknarfreistin er 2. juli 2015 kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðdis Ellendersen á tlf. 216595
Um ov fáir umsøkjarar eru til starvið, loyvir stýrið fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu sær at lýsa starvið leyst av nýggjum.