Valrættur hjá lesandi.
Valrættur hjá lesandi
Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptiknir á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.
Umsóknarbløð kunnu fáast á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum www.amr.fo og hjá kommununum og føroysku viðskiftastovunum.
Viðvíkjandi váttan frá útbúgvingarstovninum kunnu lesandi nýta avrit av lestrarkorti ella aðra útskrift, sum vísir, at tey eru lestrarvirkin.
Gevið gætur, at skeiv skrivlig váttan kann eftir §162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin.
Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.
Lesandi uttanlands kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.
Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit.