Hervið verður kunngjørt, at Sumbiar kommuna á kommunustýrisfundi tann 9. oktober 2015 hevur samtykt at broyta verandi byggisamtykt fyri Sumba, Akrar, Lopra, Víkarbyrgi og Akrabyrgi.
Talan er um sera nógvar broytingar, sum eru greiddar nágreiniligari frá á broyttum kortum fyri allar bygdirnar.
Byggisamtyktin fyri Sumbiar kommunu 2015
Ætlaða broytingin verður løgd fram til almenna eftirskoðan á kommunuskrivstovuni til 10. november 2015.
Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til ætlaðu broytingina í byggisamtyktini, skulu vera kommunustýrinum í hendi áðrenn 1. desember 2015.
Sumbiar Kommuna, tann 20. oktober 2015
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri