Sumbiar kommuna vil eisini bjóða sínum borgarum betri kor.
Sumbiar kommuna samtykti á bygdarráðsfundinum 20.11.2015, at lækka skattaprosentið við 1%, úr 20,0% niður í 19,0%. Barnafrádrátturin verður óbroyttur 6.500 kr.
Kostnaðurin fyri barnaansing verður óbroyttur
Gjaldið fyri fyrsta barnið er 1.500,- kr., og næsta barni 750,- kr., einki gjald er fyri eftirfylgjandi børn.
Fíggjarætlanin hjá kommununi fyri árið 2016, er endaliga samtykt.
Skattainntøkurnar eru mettar at verða 8.8 mió. kr., íð er uml. 400 túsund krónur minni, enn árið framman undan.
Raksturin er mettur til 6,1 mió. kr. harafturat koma 4,8 mió. kr. fyri eldraøkið.
Sumbiar Kommunan hevur sett 2.7 mió. kr. av á fíggjarætlanini fyri 2016, til millum annað at gera spillvatnsskipanina lidna og fáa hana góðkenda.
Í Lopra skulu bátabrúgvar gerast. Og spælipláss skulu gerast bæði í Lopra og Sumba.
Í 2016 skipar Sumbiar Kommuna aftur fyri ung í arbeiðið, og húsið á Krossinum skal dagførast, soleiðis at umstøðurnar at kampa gerast enn betri.
Sumbiar Kommunan