Sumbiar kommuna samtykti at geva Suðuroyar Sjúkrahúsið eina peningagávu á 100.000 krónur til sjálvvirkandi hjartamassasjutól.
Hetta er fyrstu ferð, at ein kommuna letur Suðuroyar Sjúkrahúsið eina gávu.
Hendan peningagávan hevur havt við sær, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur kunna ogna sær 3 slík tól, eitt til hvønn sjúkrabilin, og eitt til sjúkrahúsið sjálvt. Samlaði kostnaðurin fyri tólini er 250.000 krónur.
Bygdarráðslimirnir í Sumbiar Kommunu vóru seinnapartin í dag á Suðuroyar Sjúkrahúsið, og sóu hvussu tólini virkaðu.
Talan er um eitt elektroniskt hjartamassasjutól, sum fer at lætta munandi um hjá starvsfólkum, ið arbeiða við at bjarga mannalívi.
Nýggja tólið, kann innstillast soleiðis at tað gevur rætta trýst og rútmu til sjúklingin við hjarta trupulleikum, samstundis sum portørurin veitir lívgevandi andahjálp.
Fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið Sumbiar kommuna handaði Sjúkrahúsinum gávuna, trýs her.
Sumbiar kommuna