Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Sumbiar kommuna hervið 2 samanbygdir bygningar, sum standa nær við havnalagið í Lopra, á matr. 67c, til sølu.

Stykkið er uml. 290 fermetrar til víddar.

Upplýsingar um søluna fáast við at venda sær til Sumbiar kommunu.

Møgulig tilboð um keyp skulu vera skrivlig, og skulu vera Sumbiar kommunu í hendi í seinasta lagi tann 4. apríl 2016, kl. 13.00

Kommunustýrið skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini ella at havna øllum.

Sumbiar kommuna
Í Kerinum 27
970 Sumba
Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Tlf. 370344 ella 225330