Sumbiar Kommuna søkir eftir arbeiðsformanni.
Arbeiðsuppgávur
Undir leiðslu og beinleiðis tilvísing til borgarstjóran, fyriskipar og røkir arbeiðsformaðurin m.a. hesar uppgávur:
- hevur dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi av kommunalum ognum, spillivatn leiðingum, vatnleiðingum, fríðkan av økjum v.m. um hendi
- hevur ábyrgdina av amboðum, maskinum, akførum og at tryggja, at øll brand- og bjargingarútgerð er dagførd.
- hevur ábyrgdina av teimum tímaløntu arbeiðsfólkunum hjá kommununi.
Fakligir eginleikar
Vit ynskja, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv, helst sum timburmaður/snikkari. Tú skalt hava koyrikort til vanligan bil og tað er ein fyrimunur at hava koyrikort til lastbil.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, málsøkin, fyrikomandi, hevur leiðslu royndir og gongur undan í at menna tænastustøðið, dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 01.07.2016 og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sumbiar kommunu tlf. 370344/225330
Umsóknir
Umsóknin við avriti av møguligum viðmælum og prógvum, og upplýsing um royndir, skal vera Sumbiar kommunu, ì Kerinum 27, 970 Sumba í hendi, viðmerkt ”arbeiðsformaður til Sumbiar Kommunu”, ella Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. í seinasta lagi 30.04.2016
Sumbiar kommuna