Umhvørvisstovan hevur góðkent spillivatnsskipanina hjá Sumbiar Kommunu.
Sum fyrsta kommuna í Suðuroy lýkur Sumbiar kommuna allar treytir í Spillivatnskunngerðini frá 2009.
Samlaði kostnaðurin fyri spillivatnsskipanina er umleið 3.3 mió. Kr.
Álagt var øllum kommunum í landinum sambært kunngerð nr. 111 frá 07.09.2009, at spillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og fyri at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda.
Kunngerðin fevnir um kommunalu ábyrgdina at burturleiga spillivatn frá húsarhaldum, virkjum, festum økjum o.ø. sambært góðkendari spillivatnsætlan.
Kommunan gjørdi saman við ráðgevarafyritøkuni PB Consult eina spillivatnsætlan, sum var góðkend á bygdarráðsfundi 14.12.2010. Spillivatnsætlan bleiv góðkend av Umhvørvisstovuni í januar 2011.
Kommunu byrjaði arbeiðið í januar 2011, nú er so arbeiðið liðugt og Umhvørvisstovan hevur góðkent spillivatnsskipanina.
Sumbiar Kommuna