BalLoyvi skal útvegast at brenna nýggjársbál.

 

 

 

Tey, íð ætla at brenna bál í Sumbiar Kommunu á nýggjárinum, skulu í seinasta lagi fríggjadagin 30. desembur 2016 hava fingið loyvi frá kommununi. Verður bál tendrað uttan loyvi, ella reglurnar fyri slíkum bálum ikki fylgdar, verður hetta sektað. Fastar reglur eru fyri, hvat kann brennast, og hvussu bálið skal skipast, so sum:

  • at bert reinur og turrur viður verður nýttur
  • at veðrið er til vildar
  • at bálið ikki er til ampa fyri grannalagið
  • at brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi, eins og øðrum asfalteraðum økjum
  • at økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir.

Um kommunan má rudda upp eftir bálinum, verður hetta gjørt fyri loyvishavarans rokning.

Ábyrgdarpersónur verða uppskrivaður hjá kommununi / brunaumsjónarmanninum.

Niðanfyri eru slóðir til umsókn og vegleiðing.

Umsókn

Brenning á báli ella eldstaði

SUMBIAR KOMMUNA