Beinisvord3

Grannastevnan fyri markatalsbygdina Sumba verður leygardagin 4. marts 2017 kl. 17:00 í Samkomuhúsinum við hesi dagsskrá:

  1. Skráseting av grindapørtum.
  2. Mál um útleigan av Sumbiarhólmi til seyðabit í tíðarskeiðinum frá 1. juli til 29. septembur.
  3. Ymiskt.

Fulltrú skal útflýggjast á stevnuni um atkvøtt verður fyri annan eigara. Somuleiðis skal ognarheimild skjalprógvast við avriti, um eigari ikki er alment skrásettur.

 

Jaspur Vang

Sýslumaður