Aftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 30. Umsøkjarin skal vera fyltur 13 ár 1. juni og ikki 18 ár 29. juli 2017.
Verkætlanin fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa.
Tað veri seg at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.
Tíðarskeið
Byrja verður 3. juli 2017, kl. 08.00 (viku 27) og fram til og við 28. juli 2017 kl. 16.00 (viku 30).
Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til okkum, við at trýsta á her Tilmelding "Ung í arbeiðið 2017"
- Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 23. juni 2017.
- Umsøkjarar skulu búgva í Sumbiar kommunu.
- Vera fylt/ur 13 ár áðrenn 01.06.2017 og ikki 18 ár 29. juli 2017.
30. juni verður kunngjørt hvør hevur fingið tillutað arbeiði.
Arbeiðstíð
Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16.
Løn
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn smb. sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.
Sumbiar Kommuna