Almennur ruddingardagur í kommununi leygardagin 17. juni 2017.

 

Ruddingardagurin byrjar við morgunmati í Bygdarhúsinum í Lopra og Sumbiar Skúla kl. 9.00, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.

Farið verður runt bygdirnar, har tikið verður upp leyst pappír, plastikkposar og órudd,v.m.

Um bygdirnar skulu verða innbjóðandi nú summari nærkast, er neyðugt at hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.

Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.

Vinarlig
Sumbiar kommuna