Viðvíkjandi dagføring av samkomuhúsinum í Sumba
Sumbiar kommuna bjóðar um- og útbygging av samkomuhúsinum á Sjógøtu 11, 970 Sumba, út sum høvuðsarbeiðstøku.
Tilboðsgevarar kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Sumbiar kommunu fyri at fáa útbjóðingartilfar, ið fevnir um tekningar og tilfarslista. Teir bjóðandi hava skyldu til at eftirkanna, at teir hava móttikið alt útbjóðingartilfarið.
Ástaðarfundur verður, eftir nærri avtalu.
Arbeiðið skal verða liðugt og avhendað, eftir nærri avtalu.
Tilboðið við útfyltum nøgdarlista skal latast inn í afturlatnum brævbjálva merktur “Samkomuhúsið í Sumba” og verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi tann 04.09.2017. kl. 09:00.
Boðini verða latin upp á omanfyri nevnda bústaði sama dag kl. 09:05. Opið er fyri teimum, ið hava latið boð inn og verða boðini latin upp við upplýsing um, hvør bjóðarin er og fyri hvønn prís.
Sumbiar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum tey innkomnu tilboðini ella at vraka tey øll.
Trýst her fyri at taka ÚTBJÓÐINGARSKRIV niður.
Vinarliga
Sumbiar kommuna