Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Vant verður í Pálshøll í Vági týsdagar kl. 13.00 í svimjuhyli og hósdagar kl. 13.00 í høll. Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.
Tilboðið er ókeypis
Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørsluátakið, ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú seta teg í samband við okkum á telefon 317959 ella umvegis teldupost Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..