Grannastevnan fyri markatalsbygdina Sumba verður leygardagin 14. apríl 2018 kl. 17:00 í Samkomuhúsinum við hesi dagsskrá:
- Skráseting av grindapørtum.
- Mál um útskifting av hagapartinum "Blæing Heimari Partur".
- Ymiskt.
Fulltrú skal útflýggjast sýslumanninum á stevnuni um atkvøtt verður fyri annan eigara. Somuleiðis skal ognarheimild skjalprógvast við avriti, um eigari ikki er alment skrásettur.
Jaspur Vang
Sýslumaður