ruskstativIRF heitir á allar borgarar í limakommununum um at fáa sær ruskstativ til húsarhaldsruskið – til frama fyri bæði umhvørvi og ruskinnsavnarar.

 

 

 

 


Reglugerð

  • Hav posan í stativi – so fuglur/ketta/rotta ikki kemur at
  • Hav stativið sjónligt og hægst 20 metrar frá atkomuvegi
  • Hav trygga og ljósa gonguleið til stativið
  • Posin má hægst viga 20 kg fullur – lat einki spískt ella hvast í
  • Lat stativini standa saman, har fleiri íbúðir eru á somu ogn

Góð ráð til tín, sum ikki fært posarnar at røkka til:

  • Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla
  • Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF-posan til hetta
  • Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
  • Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið
  • Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið