Almennur ruddingardagur í kommununi leygardagin 16. juni 2018. 

Í hesum umfarinum verður fari at rudda í Sumba, Akrabergi og Víkarbyrgi.

Ruddingardagurin byrjar við morgunmati í Sumbiar Skúla kl. 10.00, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.

Farið verður runt bygdirnar, har tikið verður upp leyst pappír, plastikkposar og órudd,v.m.

Um bygdirnar skulu verða innbjóðandi nú summari nærkast, er neyðugt at hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.

Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.

Næsta umfari, sum umfatar Lopra og Akrar verður eftir jóansøku, og verður tað nærri lýst seinri her á heimasíðuni.


Vinarlig
Sumbiar kommuna