rottaSumbiar kommuna hevur sett eitt fólk burturav, at taka sær av fyribyrging og týning av rottu í sóknini.

 

 

 

Higartil eru áleið 150 rottufellur settur út, og fleiri eru áveg.

Allar rottufellurnar eru skrásettar, somuleiðis er skrásett nær týningarmaðurin hevur haft eftirlit, við teimum útsettu rottufellunum.

Kommunan heitir enn einaferð á borgararnar, um tey síggja rottu so kunnu tey boða frá á 22 39 04 ella 26 25 56.

Tað hjálpir lítið um ikki allar kommunurnar gera sítt til at basa rottuni.

Sum nú er, er alt skrásett her, men í næstum fer kommunan at útvega sær skipan til neyvari skráseting, soleiðis at eitt nú Umhvørvisstovan kann fylgja okkara skrásetingum.

Les "Boða frá rottum"

Sumbiar Kommuna