Beinisvord3Fundur verður mikudagin 5 septembur kl. 19:00 í skúlanum í Sumba, fyri øllum áhugaðum um ferðavinnuverkætlan í Suðuroy.

 

 

Á fundinum fara Theresa Turidardóttur Kreutzmann og Ingibjørg Berg frá fyritøkuni CommIT at leggja verkætlanina menning av ferðavinnuni í Suðuroy fram og høvi verður at spyrja og geva íkast til menningartilgongdina.

Kunnað verður eisini um tiltøk í heyst fyri verandi veitarum og teimum, sum kundu hugsað sær at byrja virksemi innan ferðavinnu.

Sumbiar Kommuna