tunnilTeknikkhús er nú gjørt uttan fyri tunnilin, og í dag verða fyrstu ljósini í loftinum tendrað.

 

 

Sum liður í ferðslutrygdararbeiðinum at fáa øllum tunlum í Føroyum neyðuga trygdarútgerð, gjørdi Landsverk í fjør eina avtalu við El Service um at fáa sett upp eina trydarskipan í Sumbiartunlinum.

Avtalan fevnir millum annað um at seta upp ljós, trygdarskáp, eldsløkkjarar, telefonir og vakmyndatól inni í tunlinum og teknikkhús og bummar uttanfyri. Tá alt hetta er gjørt, verður trygdarútgerðin í Sumbiartunlinum á sama trygdarstøði sum tann í Viðareiðistunlinum.

Afturat oman fyri nevndu trygdarútgerð, verður ein sonevnd SRO-skipan eisini sett upp í Sumbiartunlinum, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá Politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Í dag verður so fyrsti partur av ljósskipanini tendraður, ið merkir, at triðja hvørt ljós nú lýsir í Sumbiartunlinum. Næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir. Trygdararbeiðið verður, sum nevnt, gjørt í stigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av játtan til uppgávuna. Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er umleið 10,5 milliónir krónur.

Kelda: landsverk.fo