logo
Hervið verður kunngjørt, at Sumbiar kommuna á kommunustýrisfundi tann 22. februar 2019 hevur samtykt, at broyta verandi byggisamtykt fyri Akrar, Lopra og Víkarbyrgi.

Talan er um broytingar, sum eru greiddar nærmari frá á broyttum kortum fyri allar bygdirnar.

Ætlaða broytingin verður løgd fram til almenna eftirskoðan á kommunuskrivstovuni til 03. juni 2019.

Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til ætlaðu broytingina í byggisamtyktini, skulu vera kommunustýrinum í hendi áðrenn 24. juni 2019.

Sumbiar Kommuna, tann 13. mai 2019
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri