VEL MÆÆÁheitan á politisku flokkarnar:

Politisku flokkarnir hava lagt sínar valskráir fram. Valevni og áhugabólkar hvør í sínum lag boða eisini frá, hvørji hjartamál teirra eru. Ynskini eru nógv, og lyftini uppaftur fleiri.

Nógv av vallyftunum hava stóra ávirkan á kommunala geiran. Vit kunnu nevna: Skattalættar til láglønt og miðallønt, skattafrítt útgjald úr samhaldsfasta, frádrátt fyri limagjald til yrkisfeløg, ásetan av normeringum á eldra– og dagstovnaøkinum, sama tænastustøði um alt landið, styttri arbeiðsvika, fyrireikingartíð o.s.fr.

Lagt verður upp til, at løgtingið skal regulera kommunal málsøki niður í smálutir, samstundis sum vallyftini, hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunukassarnar.

Kommunurnar eru fyrst og fremst fíggjaðar av persónsskatti. Økjast útreiðslurnar munandi og minkar inntøkugrundarlagið um somu leið, so verður neyðugt at hækka kommunuskattin. Hetta merkir skattahækking til tann einstaka. Tá er ikki nógv vunnið.

Kommunufelagið vil tí heita á politisku flokkarnar og valevni at vísa hesum ans og koma við heildarloysnum, sum taka hædd fyri bæði inntøkum og útreiðslum, heldur enn bert at koma við uppskotum, sum minka um inntøkurnar og økja um útreiðslurnar hjá kommununum. At raðfesta grundarlagið undan kommunukassunum er lítið virðiligt.

Eisini er ynskiligt at flokkarnir greitt melda út, hvussu teir grundleggjandi ynskja, at viðurskiftini millum land og kommunur verða skipað og undir hvørjum fyritreytum kommunurnar í framtíðini skulu reka yvirtikin málsøki.

Kommunufelagið