Veljarar í Sumbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 30. august 2019.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 370344 / 226013 í seinasta lagi 30. august 2019 kl. 12.00.
Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 31. august 2019.
Valkort
Við hesum verður sagt frá, at til Løgtingsvalið tann 31. august 2019, eru valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 370344 / 226013) sum skjótast.
Valstøð
Løgtingsvalið fer fram á hesum støðum leygardagin 31. august 2019:
Lopra og Akrar: í Bygdarhúsinum í Lopra
Sumba: á kommunuskrivstovuni
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Sumba, tann 23. august 2019
Valstýrini í Sumbiar Kommunu