Sumbiar kommuna hevur síðan 2007, samstarva við Tvøroyrar kommunu á dagrøktar økinum, men nú er tað samstarvið komið at enda.
Hettar kemst av, at Tvøroyrar kommuna fer frá dagrøkt, og yvir til barnagarð, sostatt kemur dagrøktin “heim” aftur.
Sumbiar kommuna vil takka Tvøroyrar kommunu fyri sera gott samstarv í hesi 12 árini.
Sumbiar kommuna hevur sett Brynhild R Lisberg í starv sum dagrøktarleiðara frá 01.01.2020.
Brynhild er 47 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur á Ballerup Seminariet í 1998.
Í dagrøktuni hjá Sumbiar kommunu starvast 8 fólk, og eru 28 børn í dagrøkt.
Sumbiar kommuna ynskir Brynhild vælkomnan í starv sum dagrøktarleiðari.
Sumbiar Kommuna