Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá mánadegnum 16.03. 2020. og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.
Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børn, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.
- Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri
- Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri
- Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri
- Frítíðartilboði til 3. floks børn, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðartilboð seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri
Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.
Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.