N1Ætlan er at broyta ein part av matrikul 70 í Víkarbyrgi frá at vera "H, Landbúnaður" til "I, Summarhús".

 

Sambært § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at kommunustýrið í Sumbiar kommunu á fundi 26.06.2020 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Víkarbyrgi.

Uppskotið snýr seg um broytingar í almennu byggisamtyktini fyri ein part av matr. nr. 70 í Víkarbyrgi.

Tilfar, sum lýsir uppskotið, eru lýst her á heimasíðuni niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi á kommunuskrivstovuni frá 7. desembur 2020 og til 31. desembur 2020 í vanligari avgreiðslutíð og kann annars síggjast eftir avtalu uttanfyri vanliga avgreiðslutíð.

Møguliga mótmæli ella broytingaruppskot verða at lata Sumbiar kommunu skrivliga í seinasta lagi 31. desembur 2020.

Kortið vísir verandi byggisamtykt yvir økið, har ætlanin er at gera broytingar. 

Kortið vísir verandi byggisamtykt yvir økið, har ætlanin er at gera broytingar.

Kortið vísir einans lutirnar, sum uppskot er um at broyta

Kortið vísir einans lutirnar, sum uppskot er um at broyta

Kortið vísir byggisamtyktina eftir at broytingarnar eru framdar

N4

Sumbiar Kommuna - Byggisamtykt

Sumbiar Kommuna - Byggisamtykt

Tak niðir sum PDF her

Sumbiar kommuna