Koppsetting ímóti Covid-19Týsdagin 14. septembur og ónsdagin 15. septembur fara heilsustarvsfólk runt Suðuroynna at bjóða øllum, ið eru eldri enn 12 ár, at verða koppsett ímóti Covid-19.

Koppsetingartoymi fer at koppseta hesar tíðir:

Týskvøldið 14. septembur 2021
Kl. 18:00: Sumba, Kommunuskrivstovan
Kl. 19:00: Lopra, bygdarhúsið
Kl. 20:00: Vágur, Miðlatún
Kl. 21:00: Porkeri, Húsið við Á.

Ónskvøldið 15. septembur 2021
Kl. 18:00: Sandvík, Ranhøll
Kl. 19:00: Hvalba, skúlin á Vilsnabrúgv
Kl. 20:00: Hov, bygdarskúlin
Kl. 21:00: Fámjin, Vesturhøll.


Koppsetingarfólkini hava sjúkrabil við, so tað er lættari hjá fólki at síggja, hvar í bygdini koppsetingin fer fram.

Øll eru vælkomin at møta upp og lata seg koppseta, tað er ikki neyðugt at siga frá áðrenn.

Gevið gætur - tað skulu verða 21 dagar millum fyrra og seinna prikið. Er talan um seinna prikið, skal gula koppsetingarkortið takast við.

SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS