Hervið verður kunngjørt, at Sumbiar kommuna á kommunustýrisfundi tann 03. september 2021 hevur samtykt, at broyta verandi byggisamtykt fyri Sumba.
Talan er um broytingar, har matrikul nr. 94b verður broyttur frá G fríøkið, til A sethúsaøki.
Ætlaða broytingin verður løgd fram til almenna eftirskoðan á kommunuskrivstovuni til 1. Desembur 2021.
Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til ætlaðu broytingina í byggisamtyktini, skulu vera kommunustýrinum í hendi áðrenn 05. desember 2021.
Sumbiar Kommuna, tann 21. oktobur 2021
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri