ongan posa eftir

Boðað verður frá, at úrskurðurin, sagdur av Landbúnaðarstevnuni fyri Suðuroyar Sýslu tann 25.
oktober 2017 er lagdur fyri Yvirlandbúnaðarstevnuna (J.nr. OLK 1/2018).
Niðurstøðan hjá Landbúnaðarstevnuni var m.a.:

“...
at avgerðin hjá Hegnsýnsnevndini fyri Sumbiar Sókn um at seta upp hegn eftir grótgarðinum
eystan fyri Giljá verður staðfest, og at avgerðin um at hegnsýnsnevndin sjálv setti – ella last
seta upp hegnið, eisini verður staðfest.

Sumbiar Kommunu rindar vegna hegnsýnsnevndina tær útreiðslur, ið staðist hava av
hegninum.
...”

Í sambandi við kæruviðgerðina verður innkallað til stevnu 

tann 10. mai 2022, kl. 9.15.

Stevnan verður hildin í hølum hjá Sorinskrivaranum, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn.

Hesi eru vald til limir i Yvirlandbúnaðarstevnuni:

  1. Anja Eliassen, Trøllanes
  2. Maria Gregersen, Syðrugøta
  3. Niels Thomas Pedersen, Vestmanna
  4. Sjurður Guttesen, Miðvágur

og sum eykalimir:

  1. Júst Rubeksen, Tórshavn
  2. Marianna Simonsen, Miðvágur
  3. Archibald Black, Klaksvík,
  4. Sjúrður Nolsøe, Dalur


Møguligar atfinningar viðvíkjandi gegni hjá teimum omanfyrinevndu skulu latast
Yvirlandbúnaðarstevnuni skjótast gjørligt og i seinasta lagi tann 2. mai 2022.

Yvirlandbúnaðarstevnan