Folketingsvalg 2019Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval mánadagin 31. oktober 2022 í Sumbiar kommunu.

Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober 2022 á hesum støðum:

Veljarar í Sumba:  Á kommunuskrivstovuni í Sumba

Veljarar í Lopra og Økrum:   Í bygdarhúsinum í Lopra

Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl. 9.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøða:

Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við fríggjadagin 28. oktober 2022, kl.14.00.

Heimaval:

Tey, ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima. Vendið tykkum til kommunuskrivstovuna  tlf. 370344 ella 226013 í seinasta lagi fríggjadagin 28.oktober 2022 kl. 15.00

Valkort:

Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast, telefon 226013.

Valstýrið í Sumbiar kommunu

Heinta sum pdf