Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, tórsdagin 22. desembur 2022..kl. 17:00.

Sumbiar Kommuna

Mál nr. 01/11

  • Tilmælið frá staðarnavnanevndini, at broyta bygdarnavnið Akrar til Agrar.

Mál nr. 02/11

  • Umsókn um broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr 77b í Sumba.

Mál nr. 03/11

  •  Ynski um broyting í gjaldinum til FSA samstarvið. Fyrr samtykt at gjalda 10kr/borgara, nú er uppskot um at gjaldið skal verða 20kr/borgara.

Mál nr. 04/11

  • Umsókn um stuðul til minnismerki fyri allar kvinnur í Føroyum deyðar í barsilssong.

Mál nr. 05/11

  • Umsókn um stuðul til Susvim 2023.

Mál nr. 06/11

  • Umsókn um stuðul til nýggjárshald/bál.

Mál nr. 07/11

  • Val av eykalimum til valnevndirnar.

Til kunningar.

Til støðutakan ella lukkaðan fund.

  1. Skattainntøkan..
  2. Ferðavinnan 2023, fyrispurningur frá Visit Suðuroy.

Skráin kann heintast her.