Ung í arbeiði byrja mánadagin 17. juli 2023, kl 13:00.
Øll tey íð hava søkt, skulu møta á kommunukontórinum.
Tey fara at fríðka um í sóknini, og eisini er planurin, at tey halda áfram við fríðkan av varðagøtunum í sóknini.
Fyrsti partur var gjørdur fyri nøkrum árum síðani, frá túgvunum og niðan á heystin, nú verður so hildið fram við hesum.
Eisini er planurin, at leggja oljugrús á onkra gøtu, eitt nú til kikaran í Akrabergi, og gøtuna niðan til Skorafoss.
Sumbiar Kommuna