Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?
IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.
Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.
Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:
- Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu (les meira um hetta niðanfyri)
- Tøm vemburnar
- Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
- Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunala endurvinningarpláss her.
Seyðaskinn til endurnýtslu
Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu.
Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.
Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.
Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. Les meira um vegleiðingarnar hjá Oikos her.
Gevið gætur: Neyðugt er at ringja á tlf. 260026 dagin fyri, tit ætla tykkum á fjall, so Oikos fær sent djóralæknan á rættina. Oikos hevur ikki møguleika at koma út á útoyggj og til Suðuroyar eftir skinnum. Harumframt skal tað nevnast, at Oikos ikki tekur ímóti hvítum seyðaskinnum.
Tálgin eigur eisini at verða gagnnýtt
Í fjør vóru fleiri smærri lokalar verkstovur kring landið, ið gagnnýttu tálg til ymisk endamál, eitt nú til nýggjársblikk, ljós, sápur og fuglamat. Tað er sera gleðiligt, at vit í størri mun eru farin at gagnnýta hetta tilfeingið, sum annars fer burtur.
Hava tit ikki sjálvi tørv á tálgini, kunnu tit lata hana til onnur. Sum dømi kann nevnast Tálgaverk í Vága kommunu, sum aftur í ár boðar frá, at tey taka ímóti tálg. Fyri at tálgin kann gagnnýtast, er tað sera umráðandi, at hon verður løgd í kalt vatn beinanvegin. Tálgaverk tekur ikki ímóti øðrum avroðum enn reinari tálg, og tálgin má vera væl skolað. Les meira her.
Tálgin kann latast inn á Umhvørvisplássið í Vága kommunu ella uttan fyri trolhúsið á keiini í Miðvági.
IRF hevur fyrr skipað fyri tálgaverkstovu fyri starvsfólk. Her er uppskriftin, sum vit nýttu á verkstovuni, um tú hevur hug at royna teg:
Uppskrift-úr-tálg-sápa-ljós-og-fuglamatur
Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.
Sumbiar Kommuna og IRF