Søkt verður eftir avloysara til Dagrøktina í Sumbiar Kommunu.

Vit søkja eftir avloysara,at byrja 01.12.2023, ella eftir avtalu.

 

Talan er um ein avloysara, sum kann koma til arbeiðis, tá tørvur er á tí vegna sjúku, feriu o.l.

Vit ynskja:

  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum.
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur.
  • at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum.
  • at tú vit stuttari freist kanst koma til arbeiðis.

Lønin er eftir Dagrøktarsáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Áhugaði kunnu senda teldupost til: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..

Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 08.12.2023 kl 12.00


Vegna Dagrøktina
Brynhild R Lisberg, leiðari
Dagrøktin í Sumba
Á Krossinum 11
970 Sumba