Sumbiar kommuna leitar eftir ágrýtnum fólkið.

 

Trivnaðurin hjá okkara borgarum hevur høga raðfesting, tí leita vit eftir tær, sum hevur, evni og hug at menna trivnaðan í kommununi, samt at føra tað góða kvøldskúla tilboð sum hevur verið seinastu árini víðari.

Starvið er býtt sundur, og er eitt 15t/viku starv, og kemur tú í samráð við borgarstjóran, at tilrættisleggja tær dagin og uppgávurnar.

Høvuðsuppgávur

  • Leiðari av kvøldskúlanum, við ábyrgd av rakstrinum og fyriskipan av kvøldskúla tilboðum í samráð við Sumbiar kommunu.
  • At fyriskipa, kunna um og taka lut í kommunalum tiltøkum, harundir eisini at skipa fyri og menna nýggj tiltøk.

Førleika fyrimunir

  • Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.
  • Hevur royndir við undirvísing.
  • Leiðsluroyndir kann verða ein fyrimunir.
  • Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.
  • Hevur huga og áræði at menna kvøldskúlan.
  • Hevur hug og áræði at menna trivnaðin í Sumbiar sókn.
  • Hevur kunnleika í samfelags- og lokal viðurskiftir í breiðum høpi.
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir.
  • Er væl skipað/ur og fyrikomandi atferð.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Avvarðandi fakfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Setanar økið er Sumbiar kommuna og setanar staður er kommunala fyrisitingin.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóra, á telefon 570 330 ella teldupost Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Skrivlig umsókn saman við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27.09.2024. Sendast til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.

Sumbiar kommuna
Í kerinum 27
970 Sumba