Mikukvøldið 27. november 2024 kl.19 fara starvsfólk frá Familjufyrisitingini at greiða frá ymsu tilboðunum, sum Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, sum ikki liva saman, og børnum teirra.
Tiltakið verður í Kantinuni í Skúladeplinum í Hovi, og er fyri øll – foreldur, avvarðandi, fakfólk, politikarar og onnur áhugað. Ongin tilmelding krevst.
Heinta viðfesta er skriv her.
Les meira um ymsu tilboðini her.
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21,
100 Tórshavn