Aftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina Ung í arbeiði.
Verkætlanin gevur ungum møguleika at fáa arbeiðsroyndir, samstundis sum tey eru við til at fríðka um kommununa. Arbeiðsuppgávurnar kunnu m.a. vera:
- Smáumvælingar
- Lúking og røkt av grønum økjum
- Sóping av gøtum og økjum
- Máling
- Rudding
- Annað fyrifallandi arbeiði
Arbeiðið er skipað soleiðis, at hvør luttakari arbeiðir í tvær vikur, svarandi til 80 tímar.
Treytir fyri at søkja
Umsøkjarar skulu:
- Búgva í Sumbiar kommunu
- Vera fylt/ur 14 ár í seinasta lagi 1. juli 2026
- Ikki vera fylt/ur 17 ár 1. juli 2026
Tilmelding
Melda teg til við at senda okkum ein teldupost við at trýsta á Tilmelding – Ung í arbeiði 2026.
Seinasta freist at melda til er mánadagin 15. juni 2026.
Í viku 26 verður kunngjørt, hvør hevur fingið tillutað arbeiði.
Arbeiðstíð
Arbeitt verður frá viku 27 ella 28 og tvær vikur fram.
Løn
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum.
Lønin er tann sáttmálaásetta tímalønin, umframt frítíðarløn sambært sáttmála hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð.
Sumbiar Kommuna
















