Jens Arna Leo Hammerfoss

Skøran spjaðir seg skjótt – tí heita vit á øll borgarar um at týna hana á egnum øki.

 

 

 

Nú stendur skøran í fullum blóma, og tí er týdningarmikið at fáa hana burtur, áðrenn hon spjaðir fleiri fræ. Hóast hon kann tykjast vøkur, er skøran ein ídna spreiðandi planta, sum skjótt køvir annan vøkstur og leggur stór øki undir seg.

Kommunan heitir tí á allar borgarar um at týna skøruna á egnum øki.

Soleiðis gert tú:

  • Tak skøruna upp við rót.
  • Sker eldri plantur niður, áðrenn tær seta fræ.
  • Legg plantur og avskurð í gráa posan frá IRF saman við vanliga húsarhaldsruskinum.
  • Koyr ikki skøru í kompost.
  • Brúka ikki gift ella salt, tí tað kann skaða umhvørvið.

Kommunan tekur sær av kommunalum økjum, meðan borgarar hava ábyrgd av egnum øki. Við einum felags átaki kunnu vit avmarka spjaðingina av skøruni.


Sært tú skøru á kommunalum øki, kanst tú boða kommununi frá á telefon 22 39 04 ella við at senda teldupost til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..

Les meira:

Sumbiar kommunu