Í dag hava øll húski, almennir bygningar og virkir í kommununi rottanga.
Tann 7. september 2009 setti Innlendismálaráðið kunngerð í gildi um útleiðing av spillvatni.
Endamálið við kunngerðini er at tryggja, at spillvatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda.
Kunnngerð, nr. 111 frá 7. sept. 2009, áleggur øllum kommunum í landinum at gera eina spillvatnsætlan, sum skal sendast Umhvørvisstovuni fyri 01. januar 2011.
Á sumri 2010, heitti bygdarráði í Sumba á PB Consult ráðgevandi verkfrøðingar í Tórshavn, um at geva tilboð uppá at gera eina spillivatnsætlan, sum lýkur treytirnar í omanfyri nevndu kunngerð.
Tilboði var fyri á bygdarráðsfundi í september mánað, og var samtykt at taka av tilboðnum.
Krøvini sum hendan kunngerð m.a. setur er:
- Øll kloakkútlát skulu førast út um brimgarðar og út um bátahyljar.
- Kloakkútlátini, skulu førast á sjógv og enda minst 1 metur undir størstu fjøru.
- Allar kloakkir, skulu leiðast í lokaðum rørum, frá rottanga til 1metur undir størstu fjøru.
PB Consult fór í gongd við arbeiði beinanvegin. Í oktober mánað blivu allar leiðingar og rottangar í øllum 4 bygdunum máldir um við GPS- mátiútgerð.
10.12.2010, var arbeiði við at geran spillvatnsætlanina liðugt og var hon løgd fyri bygdarrráðfund 14.12.2010, har hon var samtykt av bygdarráðnum.
Spillvatnsætlanin umfatar í høvuðsheitinum:
- Lýsing av verandi kloakkviðurskiftum í øllum 4 bygdunum í kommununi, íroknað tekningar av verandi skipan.
- Uppskot um nýggja kloakkskipan
- Tíðarætlan
- Kostnaðarmetan
Sambært omanfyri nevndu kunngerð, skal alt kloakk arbeiði, sum er umfata av spillivatnsætlanini verða liðugt í seinasta lagi 31.12.2014.
Spillvatsnætlanin bleiv send til Umhvørvisstovuna til góðkenningar 22.12.2010.
Á bygdarráðsfundi 13.01.2011 var samtykt, at fara í gongd við at kloakkarbeiði í Lopra.
Hettar arbeiði umfatar í høvuðsheitinum:
- Uppsetan av kloakkpumpubrunni við "sað-virkið"
- Uppsetan av kloakkpumpubrunni við fiskavirkið
- Leggjan av pumpuleiðing frá brunni við fiskavirkið, eystur til pumpubrunn við "sað-virkið"
- Leggjan av kloakkleiðingum í Ónavíksvegi.
- Leggjan av pumpuleiðingi frá pumpubrunni við "sað-virkið" út um brimgarð. Leiðing verður førd á sjógv her og endar 1 metur undir størstu fjøru.
- Umleggjan av kloakkleiðingum í Vesturgøtu.
Bygdarráði hevur heitt á PB Consult um at skipa fyri, at arbeiði verður boði út, og at hava eftirlit við hesum.
Samtykt er at bjóða arbeiði út í innbodnar lisitatión, skjótast gjørligt.
Arbeiði hevur sera nógvan skund, og er ætlanin at arbeiði skal verða liðugt uml. 20.03.2011.