Tað er ein stórur trupulleiki, at hundaeigarar ikki fylgja lógini.
Borgarar hava vent sær til kommununa um, at tey nóg illa hætta sær ein túr, tí so nógvir hundar ganga leysir. Gr. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990, sigur m.a.:
Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki
o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu,uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki,
o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu,uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki,
sum hevur fult ræði á honum.
Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði.
Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.
Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í § 1, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann.
Alt samskifti viðvíkjandi leysgangandi djórum er umvegis løgregluna.
Borgarar, sum argast av leysgangandi djórum, kunnu venda sær til Politistøðina á Tvøroyri.
Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 (Trýst Her)