Eitt heldur sjáldsamt náttúrufyribrigdi sást í Sumba tann, 09 mars 20008.
Útfyri Sumbiarhólmi sást ein melduródn, ella meldurhvirla, og hon kom inn móti bygdini og fór niðan ígjøgnum Stórá.
Ongin skaði tykist vera hendur av meldurhvirluni, tó onkur sigur seg hava sæð eina stikrullu vera tikna við meldrinum, men uppi við Kvíggjá merktist hvirlaninni í húsunum.
Ein kvinna í áttatiárunum gjørdi vart við seg fyri at vita, hvat var hent. Hon hevði ongantíð upplivað slíkt áður.
Yvirhøvur eru slíkar meldurhvirlur slíkt fyribrygdi, ið fólk óivað einamest kenna frá amerikonskum filmum, men hesaferð hendi tað so í Sumba, sum sæst á myndunum, sum ein sumbingar tók tann dag.