Fráfaringarmóttøka
Fráfaringarmóttøka var fyri Ingibjørg Joensen og Jórun Thomsen á Eldrasambýlinum í Vági í dag. Tær hava starvast á eldraøkinum í ávíkavist 23 og 36 ár.
Kunngerð um oljutangar.
Kunngerðin áleggur kommununi at skrásetta allar oljutangar innan 1. Januar 2022.
Sumbiar Kommuna
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 07. oktobur 2018
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 07. oktobur 2018 er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Skráin til bygdarráðsfundin 07. oktobur 2018.
Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, onsdagin tann, 07. oktobur 2018. kl. 19.30.
Sumbiar Kommuna
Søkt verður eftir einum dugnaligum avloysara til Kommunalu dagrøktina í Sumbiar kommunu.
Vit hava tørv á avloysarum sum kunnu traðka til, tá dagrøktarir hava frí ella feriu, og tá sjúka er. Tað er í hesum ógvuliga umráðandi, at avloysarin er tøkur tá tørvur er á tí, og at viðkomandi hevur góðar umstøður at taka ímóti børnum í egnum heimi.
Ljós í Sumbiartunlinum
Teknikkhús er nú gjørt uttan fyri tunnilin, og í dag verða fyrstu ljósini í loftinum tendrað.