Bygdarráðsfundurin er útsettur.
Vegna aðalfund hjá SEV í Havn, er bygdarráðsfundurin sum skuldi verða 29.11.2019, útsettur til 01.12.19 kl. 19:00.
Sumbiar Kommuna
Jólatræið í Sumba verður tendrað sunnukvøldið 1. desembur
Okur byrja í kirkjuni kl. 17:00, har okur spæla og syngja jólini inn.
Síðani fylgjast okur út á mølina, at tendra jólatræið, har okur syngja og fáa vitjan av jólamonnunum, sum altíð hava okkurt gott við til børnini.
Aftaná eru øll boðin í Samkomuhúsið til heitt kakao og bollar.
Vælkomin til eitt hugnaligt kvøld.
Sumbiar kommuna
Jólatræið í Lopra/Akrar
Jólatræið í Lopra/Akrar tendrar týskvøldið 03.12, kl. 19:00 við luttøku av frelsensher.
Aftaná verður bollar og kakao í bygdarhúsinum.
Vælkomin til eitt hugnaligt kvøld.
Sumbiar kommuna
Skráin til bygdarráðsfundin 29. novembur 2019.
Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, fríggjadagin 29. novembur 2019 kl. 16:00.
Sumbiar Kommuna
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 23. oktobur 2019.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 23. oktobur 2019.,.er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Parkeringsvørur
Aftaná eina tíð við ongum parkeringsvørði, hevur Sumbiar kommuna gjørt avtalu við VAKA v/Signar Strøm um at taka sær av parkerings viðurskiftunum fyri Sumbiar kommunu.
Avtalan kemur í gildið 01.11.2019
Sumbiar Kommuna