ongan posa eftir

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.

IRF

ongan posa eftir

Hvíti posi, sum eigur at verða heintaður í sunnaru helvt í Suðuroy hesa vikuna, verður heintaður fríggjadagin 14. apríl ístaðin. Talan er um hesar bygdir: Hov, Porkeri, Vágur, Lopra, Akrar og Sumba.
Hvat kann latast í hvíta posa? Les meira her.

hond

Suðuroyar Barnaverndartænasta søkir eftir málsviðgera í fast starv 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett frá 01. Mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

kommunuskrivstovan

Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 16. mars 2023, er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.

Sumbiar Kommuna

Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, tórsdagin 16. mars 2023. kl. 17:00.

Sumbiar Kommuna

kommunuskrivstovan

Vegna stoypiarbeiði verður vegurin Bøgøta við síðugøtum stongdur fyri allari gjøgnumkoyring í morgin, fríggjadagin 24. februar 2023, frá kl. 10:00 til leygarmorgunin 25. februar 2023, kl. 08:00.

Sumbiar Kommuna