Kunngerð um valstað til kommunu-, skúlastýris- og eldraráðsval.
Kommunu-, skúlastýris- og eldraráðsvalið í Sumbiar kommunu tann 10. november 2020
Valið fer fram í Bygdarhúsinum í Lopra og í Samkomuhúsinum í Sumba frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, ið ynskja at velja heima til kommunuvalið.
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 226013, í seinasta lagi mánadagin 9. november 2020 kl 12.00.
Sumbiar kommunu
Valevnir til kommunuvalið 10.11.2020
Freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2020 var úti kl. 18.00 tann, 20.10.2020 og tað kom ein listi inn.
Á listanum eru 8 valevni, 5 menn og 3 kvinnur.
Val til eldraráð í Suðuroy 10. november 2020
Vegna vantandi undirtøku at stilla upp til val til Eldraráðið er freistin at stilla upp longd til 30. okt. 2020 kl.12.00
Kvøldskúlaárið 2020/21
Nú er skráin klár og opið er fyri tilmeldingum.
Trýst her fyri at lesa meira..
Kvøldskúlin í Sumbiar Kommunu