RúskBygdarráðið hevur gjørt av, at hava almennan ruddingardag leygardagin 12. mai 2012.

Ruddingardagurin byrjar við morgunmati í dansistovuni kl. 9.30, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.

Farið verður runt bygdina, har tikið verður upp leyst pappír, plastikkposar og órudd,v.m.

Umleið Kl. 13.00 – 14.00, savnast vit aftur í dansistovuni har boðið verður til heitan súpan.

Kommunan letur ein plantupakka til hvørt húskið, sum luttaka á ruddingardegnum.

Um bygdin skal verða innbjóðandi nú summari nærkast, er neyðugt at hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.

Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.

Vinarlig heilsan

Sumbiar kommuna

valEitt greitt NEI í Sumbiar kommunu til kommunusamanlegging, har heilu 86,6 % søgdu nei, bert 13,4 % søgdu ja.



jolatræ1Jólatræið í Sumba verdur tendrað sunnukvøldið

08.12.2011, kl. 19:00.

Byrjað verður við sangløtu, og lisið verður úr Jólaevangeliinum.

Aftaná bjóðar Sumbiar Kommuna, øllum til kakao og bollar í Sumbiar skúla.

Sumbiar kommuna

Jólatræið í Lopra verdur tendrað fríggjakvøldið

06.12.2013, kl. 18:00.

Byrjað verður við sangløtu, og lisið verður úr Jólaevangeliinum.

Aftaná bjóðar Sumbiar Kommuna, øllum til kakao og bollar í bygdarhúsinum í Lopra.

Sumbiar kommuna

 Hervið verður kunngjørt, at skattalistin fyri 2012 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Sumba frá, 21.11.2013 - 13.12.2014, í vanligari skrivstovutíð.

Sumbiar Kommuna

val

Sambært kunngerð nr. 26 frá 23. mars 2012 um vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging verður fólkaatkvøða hildin í øllum kommunum um kommunusamanlegging hósdagin 3. mai 2012.