Fundurin 16. oktober 2012 fluttur

Bygdarráðsfundurin, sum skuldi vera 16. oktober 2012 kl. 18.00 er fluttur til fríggjadagin 19. oktober 2012 kl. 18.00.
Kunngerð um vallistar til kommunuvalið í Sumbiar Kommunu
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 13. november 2012 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 1.oktober til mánadagin 15. oktobur 2012 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum 10.00 – 12.00.
Kunngerð um valevnislistar til kommunuvalið í Sumbiar kommunu

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært skriv frá Innlendismálaráðnum, dagfest 09. juli 2012 verður kommunustýrisval í Sumbiar kommunu týsdagin 13. november 2012.
Bygdarfólk í Sumbiar kommunu mugu kóka drekkivatnið

Áheitan til allar borgarar í Sumba.
Mælt verður øllum borgarum í Sumba, til at kóka drekkivatnið, inntil onnur boð verða givin.
Talan er ikki um vatnið í Lopra og á Økrum.