Broytingar í innsavningini á jólum
Um høgtíðina eru nógvar broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum hjá IRF.
Dagrøktarleiðari hjá Sumbiar kommunu
Sumbiar kommuna hevur síðan 2007, samstarva við Tvøroyrar kommunu á dagrøktar økinum, men nú er tað samstarvið komið at enda.
Hettar kemst av, at Tvøroyrar kommuna fer frá dagrøkt, og yvir til barnagarð, sostatt kemur dagrøktin “heim” aftur.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 1. desembur 2019.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 1. desembur 2019. er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Bygdarráðsfundurin er útsettur.
Vegna aðalfund hjá SEV í Havn, er bygdarráðsfundurin sum skuldi verða 29.11.2019, útsettur til 01.12.19 kl. 19:00.
Sumbiar Kommuna
Jólatræið í Sumba verður tendrað sunnukvøldið 1. desembur
Okur byrja í kirkjuni kl. 17:00, har okur spæla og syngja jólini inn.
Síðani fylgjast okur út á mølina, at tendra jólatræið, har okur syngja og fáa vitjan av jólamonnunum, sum altíð hava okkurt gott við til børnini.
Aftaná eru øll boðin í Samkomuhúsið til heitt kakao og bollar.
Vælkomin til eitt hugnaligt kvøld.
Sumbiar kommuna
Jólatræið í Lopra/Akrar
Jólatræið í Lopra/Akrar tendrar týskvøldið 03.12, kl. 19:00 við luttøku av frelsensher.
Aftaná verður bollar og kakao í bygdarhúsinum.
Vælkomin til eitt hugnaligt kvøld.
Sumbiar kommuna