Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 25. oktobur 2017
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 25. oktobur er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Minningarhald teirra sjólátnu og falnu í bjørgunum.
1. november kl. 16.00 verður minningarhald við minnisvarðan í Sumba.
Nýggj minnispláta verður avdúka, kransur verður lagdur við minnisvarðan og Árni Kjærbæk heldur røðu. Orðið á borðið luttekur við sangi, eisini verður felagssangur.
Um ikki viðrar, verður minningarhaldið í Sumbiar Skúla.
Drekka verður aftaná í Sumbiar Skúla.
Sjómanskvinnuringurin í Sumba
Bygdarráðsfundur
Útsetti bygdarráðsfundurin verður hildin, onsdagin 25. oktobur 2017, kl. 16.00.
Sumbiar Kommuna
Bygdarráðsfundurin er útsettur.
Bygdarráðsfundurin sum er settur at vera 09. oktobur 2017 kl. 18.30, er útsettur.
Lýst verður nærri, nær næsti bygdaráðsfundur verður.
Sumbiar Kommuna
Rørsluátak í Suðuroy
Hósdagin 19. oktober kl. 13.00 fer Krabbameinsfelagið undir nýtt ókeypis rørslutiltak í Suðuroy.
Tiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.